Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan (original) (raw)
Samgongan hevði mist meirilutan, var løgtingsval nú, og Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og Sambandsflokkurin ein. Teir høvdu farið til Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið. Kanningin er gjørd frá 5. til 11. september. 538 fólk eru spurd í kanningini.
Fólkaflokkurin størstu afturgongdina
Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin mist 5,4 prosentstig av atkvøðunum samanborið við løgtingsvalið í oktober 2011, og hevði fingið 17,2 prosent. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og hevði fingið seks.
Sí eisini Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú
Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum hevði verið 2,6 prosentstig samanborið við úrslitið á løgtingsvalinum. Sambandsflokkurin hevði fingið 22,1 prosent, og hevði mist ein tingsess. Hann hevði fingið sjey tingsessir.
Sjálvstýrisflokkurin hevði havt eina lítla framgongd, og hevði varðveitt sín tingsess. Miðflokkurin hevði havt eitt prosentstig í afturgongd, men hevði kortini varðveitt sínar tveir tingsessir.
Tjóðveldi størst
Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur, og hevði fingið 23,6 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað eru 5,3 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Tjóðveldi hevði fingið tveir sessir afturat, og hevði havt átta tingsessir.
Sí eisini Samgongan klárar seg framvegis undir meðal
Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,7 prosentum. Tað eru 3,9 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði fingið ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey tingsessir.
Framsókn hevði havt eina lítla afturgongd, men hevði varðveitt báðar sínar tingsessir, var val nú, vísir kanningin hjá Gallup.