Samgongan missir meirilutan, Framsókn framgongd (original) (raw)
Samgongan missir meirilutan, Framsókn framgongd
Tað kemur fram í nýggjari veljarakanning, ið júst er gjørd. 839 fólk vórðu spurd í veljarakanningini, ið varð gjørd fyrr í vikuni
Samgongan hevði mist meirlutan, um val var í dag, kemur millum annað fram í nýggjari veljarakanning, ið er gjørd
Samgongan hevði mist meirlutan, um val var í dag. Tað vísir veljarakanning, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, og sum sæst í nýggjasta Sosialinum.
Fólkaflokkurin hevði fingið størstu afturgongdina, og mist tríggjar sessir, í mun til seinasta løgtingsval, sambært nýggju veljarakanningini.
Framsókn dupult so stóra umboðan
Framsókn hevði fingið tveir sessir afturat, og farið úr tveimum úr fýra tingsessir, um val var í dag. Javnaðarflokkurin hevði fingið tríggjar sessir afturat, og Sambandsflokkurin hevði mist tveir sessir, sambært kanningini.
Tjóðveldi, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu, sambært kanningini, varðveitt sítt tingmannatal. Sostatt hevði samgongan mist meirlutan, og fingið 13 tingsessir, meðan andstøðan hevði fingið 20 tingsessir.
839 fólk vórðu spurd í kanningini hjá Sosialinum. Veljarakanningin varð gjørd í døgunum 20. og 21. apríl.