Skriðdýr (original) (raw)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skriðdýr
Vísindaflokking
Ríki: Animalia Rað: Chordata Flokkur: Reptilia

Grøna pytonslangan.

Skriðdýr (frøðiheiti: Reptilia) hava roðslu og verpa egg. Slangur, krokodillur, skjaldbøkur, eðlur og onnur skeldýr verða nevnd skriðdýr. Summi liva í vatni, onnur á landi. Flestu skriðdýr eru í hitalondum. Forfedrar skriðdýranna eru dinosaurarnir, ið livdu á jørðini í 150 mió. ár, men doyðu brádliga út fyri 65 mió. árum síðan. Nú á døgum eru eini 8200 skriðdýrasløg, frá um 7 m longu netpythonslanguni (Python reticulatus) í Ásia til ta lítlu dvørgagekkoina (Sphaerodactylus) í Amerika, ið bara er 33 mm long. Súgdýr hava heitt blóð, men skriðdýr hava “kalt" blóð - sólarhitin veitir teimum orku at flyta seg úr stað. Skriðdýr fáa ikki sjálv skapað hita inni í kroppinum sum súgdýrini, men við ávísari atferð kunnu tey stilla kropshitan. Tey sóla sær t.d., so tey orna, og leita sær í skugga, gerst tað ov heitt. Um sólarris vendir t.d. eðlan liðina ímóti sólini, so hon ornar skjótari. Tá ið heitast er um dagin, heldur eðlan seg í skugga, so hon ikki gerst ov heit. Um sólsetur vendir eðlan høvdinum ímóti sólini, so hon heldur kropshitanum.

Fyrstu skriðdýrini vórðu til fyri meira enn 300 mió. árum síðan og loystu tá paddurnar av sum størstu landdýrini. Dinosaurar vórðu til fyri 200-220 mió. árum síðan. Størsta skriðdýrið í dag er oyrareingjar-krokodillan (Crocodylus porosus) í t.d. Ný Guinea og Avstralia, men summar slangur verða longri. T.d. verður netpythonslangan í onkrum føri 10 m long. Komodovaranurin (Varanus komodoensis) í Indonesia er størsta eðlan. Smæstu skriðdýrini eru smáar gekkoir, fullvaksnar bara fáar cm langar. Flestu skriðdýr verpa, og úr eggjunum klekjast ungarnir. Eðlu- og slanguegg hava gyrðið, leðurkent skal. Skjaldbøku- og krokodilluegg hava hart, sterkt skal sum fuglaegg. Sjófuglar og krabbi taka nógvar skjaldbøkuungar, meðan teir royna at koma sær oman at sjónum. Tungan á skriðdýrum dugnar teimum væl: slanga og eðla kanna uttan um seg við tunguni. Teir láta við tunguni at tevja. Harða húðin á skriðdýrum verjir tey fyri ránsdýrum og forðar fyri, at tey skorpna. Tá ið granskarar skulu greina sløgini, kanna teir ofta tað eyðkenda plátumynstrið. Kamelión (Chamaeleonidae) og onnur skriðdýr hava serligar kyknur í húðini. Í kyknunum eru litkorn, ið kunnu ývna ella tódna, og tí skiftir kameliónið lit eftir umstøðunum.

Til eru tilsamans okkurt um 8200 sløg. Tey verða greind sundur í 4 høvuðsbólkar: Sphenodontia (brúeðlur), Testudines (skjaldbøkur), Crocodilia (krokodillur) og Squamata (eðlur, ormaeðlur og slangur). Bara skjaldbøkurnar hava skjøldur. Eðlur eru størsta skriðdýrabólkurin, eini 3800 sløg, men bara eitt brúeðlaslag er (Tuatara).

Wikimedia Commons logo

Wikimedia Commons logo