Andstøðan framvegis meirilutan (original) (raw)

Men nú er Nýggja Sjálvstýri tungan á vágskálini

flokkur tingsessir seinast munur Prosent
Fólkaflokkurin 7 8 -1 20,8
Sambandsflokkurin 6 8 -1 19,6
Javnaðarflokkurin 7 6 1 21,3
Nýtt Sjálvstýri 2 1 1 4,9
Tjóðveldi 6 6 - 18
Framsókn 3 2 1 8,7
Miðflokkurin 2 2 - 6,7

Veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Dimmalætting, vísir, at sera tætt framvegis er millum stóru flokkarnar, men munurin millum "blokkarnar", andstøðuna og samgonguna er hin sami. Samgogan fær 15 umboð, meðan andstøðan fær 18.

Býtið millum flokkarnar sær soleiðis út:

flokkur tingsessir seinast munur Prosent
Fólkaflokkurin 7 8 -1 20,8
Sambandsflokkurin 6 8 -1 19,6
Javnaðarflokkurin 7 6 1 21,3
Nýtt Sjálvstýri 2 1 1 4,9
Tjóðveldi 6 6 - 18
Framsókn 2 3 1 8,7
Miðflokkurin 2 2 - 6,7

Sambært kanning, sum Fynd gjørdi fyri Miðlahúsið og Kringvarpið í síðstu viku, so vinnur Fólkaflokkurin ein, Sambandsflokkurin missir ein, Nýggja Sjálvstýri fær ein og Framsókn missir ein.

Soleiðis verður býtið millum »blokkarnar« tann sami. Men munurin er, at nú er Nýggja Sjálvstýri tungan á vágskálini. Um Nýggja Sjálvstýri fer saman við samgonguni, so er tað samgongan sum hevur meirilutan.