Tjóðsavnið - The National Museum of the Faroe Islands (original) (raw)

Vitja tjóðsavnið

Les meira um okkara framsýningar, praktiska kunning, rundvísingar o. a. niðanfyri

Tíðindi

Lendisbata ráðstevnan - Hví endurbøta náttúruna?

Tann 22. november 2024 skipaðu Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna fyri Lendisbata ráðstevnuni, sum setti sjóneykuna á týdningin av náttúruendurbøting í Føroyum.

Read More →

Fríggjadagin 22. november skipa Lendisbati og Miðnám í Vestmanna fyri ráðstevnu um náttúruendurbøting á Miðnámi í Vestmanna.

Read More →

Tjóðsavnið skipaði saman við Sands bygdarsavni fyri savnsdegi tann 8. november. Umleið 50 fólk frá 20 søvnum høvdu teknað seg til dagin, sum varð hildin í Virkinum á Sandi.

Read More →

Jólatiltak og jólagávutræ á Tjóðsavninum

1. desember frá kl. 13 til kl. 18 verður eitt hugnaligt jólatiltak í framsýningarhølum Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík.

Read More →

Arkitektur til bygningadeildina

Søkt verður eftir arkitekti til Bygningadeildina á Tjóðsavninum at byrja 1. januar 2025.

Read More →

Loppugrøsini verða kannað á plantugoymsluni á Tjóðsavninum

Hans Meinhard í Eyðansstovu, sum í løtuni arbeiðir við kandidatritgerð síni, hevur verið á plantugoymsluni á Tjóðsavninum og savnað sýnir av slektini Gentianella, vanliga nevnt loppugras.

Read More →

Døglingur upprikin Yviri við Strond (Havn)

Um vikuskifti løgdu fólk til merkis, at ein deyður hvalur lá í fjøruni beint sunnanfyri Grønadam. Hetta var ein fimm metur langur døglingur, sum eftir øllum at døma hevði verið deyður eina tíð.

Read More →

Tjóðsavnið bjóðar til kunningarfund og móttøku í sambandi við, at Koltursætlanin veruliga er farin av bakkastokki. Tiltakið verður mikudagin 16. oktober kl. 17 í hølum savnsins í Brekkutúni 6, Hoyvík.

Read More →

Tjóðsavnið partur av GLObecc-verkætlanini

Í august í ár fór GLObecc-verkætlanin av bakkastokki undir leiðslu av Amandu Vang, deildarleiðara á Firum. GLObecc er stytting fyri: Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building.

Read More →

Gullbrandur og blábrandur – tvær brennandi aktuellar hvalspýggjur

Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum. Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.

Read More →

Agnarklukka skrásett í lundalandi í Koltri

Fyri fyrstu ferð er klukkuættin Clambidae skrásett í Føroyum. Hon var savnað millum onnur ryggleys dýr í eini fallfellu í Knøunum í Koltri.

Read More →

Merkið handað Tjóðsavninum

Mikudagin 25. septembur fekk Tjóðsavnið handað eina heilt serfingna gávu - Merkið, sum heimskendi rúmdarfararin Andreas Mogensen hevur havt við sær úti í rúmdini.

Tjóðsavnið fer at sýna Merkið fram í framsýniningini í Brekkutúni frá 14. oktobur.

Read More →

Sjókorkasegl (Velella velella)

Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn

Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.

Read More →

Fyrilestur um hetlendska málið

Týskvøldið 10. september 2024 kl. 19.00 verður almennur fyrilestur á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6, Hoyvík undir heitinum: Shaetlan: Ett hotat blandspråk i Nordsjön

Read More →

Tjóðsavnið leitar eftir nýggjari goymslu til forngripir og aðrar savnslutir

Núverandi goymsla hjá Tjóðsavninum hevur fingið staðfest blámusopp í hølunum, og hetta er skaðiligt fyri forngripirnar.

Read More →

Vistskipanin í føroysku áunum

Áarløg í Føroyum hava eitt serstakt lívfrøðiligt margfeldi, sum spælir ein týðandi leiklut í at halda natúrligu javnvágina og varðveita vistfrøðiligu heilsuna í náttúruni.

Read More →

Tær uppruna føroysku skørurnar

Meðan urtagarðsplantan garðaskøra Alchemilla mollis spreiðir seg um tað heila innangarðs í Føroyum, er áhugavert, at geva teimum uppruna føroysku skørunum gætur.

Read More →

Nordisk Ruinseminar

Í døgunum 11. til 13. juni var Tjóðsavnið vertur fyri Nordisk Ruinseminar. Hetta er ein afturvendandi norðurlendsk ráðstevna, sum verður hildin annað hvørt ár. Í ár vóru luttakarar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi og Føroyum.

Read More →

Múrurin og miðaldar bispasætið í Kirkjubø – Tjóðsavnið gevur út nýggja bók á føroyskum og á enskum

Talan er um eitt greinasavn við 17 greinum skrivaðar av 12 ymiskum rithøvundum úr Føroyum, Norra og Stórabretlandi. Evnini í greinunum fevna sera breitt. Í bókini eru greinar við úrslitum frá nýggjastu granskingini.

Read More →

Framløga við Áir um altjóða stórhvalaveiðu

Hvalastøðin við Áir letur upp leygardagin 22. juni. Í tí sambandi verður áhugaverdur fyrilestur við Ulf Ingemar Gustafsson, PhD í søgu, sum hevur granskað í hvalaveiðu og arbeitt við, hvussu ídnaðarminni kunnu varðveitast.

Read More →

Vitja hoyvíksgarð

Hoyvíksgarður liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út frá miðbýnum í Havn. Har ber til uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum.

Hoyvíksgarður er opin hvønn dag frá 1. mai til 30. septembur
frá kl. 10 til kl. 17

Vitja hvalastøðina við áir

Stórhvalaveiðan undir Føroyum var upprunaliga norskt áhugamál. Hvalastøðin við Áir er tann einasta eftir av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900.

Hvalastøðin er opin hvørt vikuskifti frá 22. juni til 11. august
frá kl. 10 til kl. 17

fakøki og gransking

Gripir úr savninum

Lundararmingi

Lundararmingi er ein heldur sjáldsom planta í Føroyum, sum higartil bert er funnin á tveimum oyggjum. Hóast sjáldsom, veksur hon kortini væl í urtagørðum - eisini í plantufrøðiliga urtagarðinum í Hoyvík

Prunk úr víkingaøld

Hesi forvitnisligu prunk vísa okkum, at sami súmbolikkur, ið er at finna í Skandinavia, eisini er at finna á gripunum í Føroyum frá víkingaøld. Tí kann eisini hugsast at somu áskoðanir og siðvenjur vórðu í Føroyum í víkingaøld, sum aðrastaðni í Skandinavia og Útnorði.

Strimmilskrivarin hjá Hilbert

Eina ferð í fjør heyst kom abbadóttir Carl Aage Hilbert, sum var amtmaður í Føroyum árini 1936-45, á gátt við einum illtungum tekniskum tóli, sum hon ætlaði at savnið skuldi eiga.

Indiatítlingur

Indiatítlingurin - ið rendi seg á altanvindeygað á einum sethúsum í Miðvági í apríl, er ein av sjáldsamaru náttúrugripunum á Tjóðsavninum, tí indiatítlingur er einans skrásettur 5 ferðir í Føroyum áður.

Tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir

Gripurin hendan mánaðin er ein teknisk tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir.

Silvurmynturin frá Danelagen til Netflix

Silvurmynturin av Velbastað er sligin í Chester í Wessex í Suðuronglandi onkuntíð millum 910 og 915, har Netflix røðin ‘Last Kingdom’ eisini fer fram.

Kvinnumóti á Eystanstevnu í 60-unum

Gripurin hendan mánaðin er henda sjáldsama væl trofna myndin av sjey uppsnollaðum kvinnum á Eystanstevnu síðst í 60-unum.

Priapulus caudatus

Gripurin hendan mánaðin er funnin á 30 metra dýpi og hevur latínska heitið Priapulus caudatus, men onki føroyskt navn. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí hetta er eitt sera sjáldsamt dýr í Føroyum.

Snultivespan úr suðuroy

Ein av elstu gripunum í skordýrasavninum er ein snúltivespa av slagnum Homotherus locutor, ið var savnað í Suðuroy einaferð ímillum 1863 og 1868

Í smiðjuni á hvalastøðini við Áir umvældu smiðirnir amboð og útgerð, rættaðu út harpunir frá hvalabátunum, sum ofta bognaðu í hvalinum. Til hetta kravdist gott handalag, og gjarna smíðaðu smiðir síni egnu amboð.

Ímynda tær fyri 1000 árum síðani, í víkingatíð, at børn niðri á Toft í Kvívík hava sitið og spælt við sínar leikur - harímillum ein lítlan træhest, telgdur úr einum tunnum træpetti.

Military Permit frá seinna heimskríggi

Undir seinna heimsgríggi var Sandagerði eitt týdningarmikið strategiskt mál og var eisini bumbað. Gripurin hendan mánaðin er eitt persónligt pass, sum gav atgongd til “Cable Area”, ið hernaðarliga økið Próstagarðurin í Sangagerði varð róptur.